Um okkum
Sum kundi hjá Nomatek, tryggjar tú tær heildargóðar loysnir, og vit eru altíð klár at hjálpa og ráðgeva tær sum kundi.
Søgan
Nomatek byrjaði virksemi sítt í 1979 sum teir fyrstu í Føroyum, sum burturav projekteraðu og framleiddu útgerð úr rustfríum stáli. Í 1993 fluttu vit í okkara núverandi hølir við Velbastaðvegin, Við Sandá 1, har vit hava skrivstovu, teknistovu, goymslu og framleiðsluhølir undir somu lon.
Øll hesi árini frá 1979 hava vit ment og framleitt nýggja útgerð til fiskavirkir, fiskiskip, alivinnuna og til vatnverk, alt úr fyrsta flokks tilfari. Rustfrítt stál og plastikk, sum er góðkent til matvøruframleiðslu, og sum er lætt at halda reint.
Førleikar
Á teknistovuni tekna vit layout og gera styrkiútrokningar.
Á Nomatek nýta vit nógva orku til menning av nýggjari útgerð fyri at halda okkum í fremstu røð, tá tað snýr seg um at framleiða útgerð til virkir og at kunna loysa aðrar uppgávur á besta hátt.
Nevnast kann:
- Sertifikatsveisarar til rustfrítt stál
- Útgerð til glasblásing
- Plasmaskerari, ið klárar upp til 25 mm tjúkt stál
- Profilvalsa til flatstál og rundstál
- Skermstýrd kantpressa, 220 tons, við CNC-stýring
Fólkini
- 6verkfrøðingar / teknarar
- 2fíggjarstjóri / bókhald
- 1verkførari
- 25handverkarar
