Starv
Á verkstaðinum í Tórshavn framleiða vit útgerð til vatnverk, linjur til fiskavirkir og eina av heimsins størstu nótavaskimaskinum. Kanst tú fakið, so hoyra vit fegin frá tær.
Hvat tú fert at gera
Á verkstaðinum arbeiðir tú við eini CNC-stýrdari kantpressu á 220 tons, plasmaskerara og profilvalsu. Alt verður teknað í 3D, so tú sært lidnu loysnina, áðrenn tú byrjar.
Hvat krevst
Tú hevur útbúgving og royndir sum maskinsmiður, kleinsmiður ella sveisari, ella tú vilt læra fakið sum lærlingur.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt, leggur dent á góðsku og tekur ímóti avbjóðingum. Koyrikort er ein fyrimunur.
Kennir tú teg aftur, so søk niðanfyri.
Hvat tú fært
- Fast starv á einum skipaðum verkstaði
- Eitt pláss í einum føstum arbeiðstoymi
- Ymiskar uppgávur, á verkstaðinum og kring oyggjarnar
- Alla neyðuga upplæring
- Løn og setanartreytir sambært sáttmála
Lærlingar
Her lærir tú fakið á einum verkstaði, sum framleiðir útgerð til alla vinnuna, frá fiskavirkjum til vatnverk.
Í februar 2022 fingu 8 maskinsmiðir sveinaprógv á Glasi. 3 av teimum høvdu lært hjá Nomatek. Eingin onnur fyritøka hevði fleiri.
Søk her
Tú kanst søkja, hóast einki starv er lýst. CV er ikki neyðugt, tá ið tú søkir. Tað kann koma seinni.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og vit nýta upplýsingarnar bert til at viðgera umsóknina.
Vilt tú heldur tosa fyrst, so ring á +298 35 69 00.
