Um Okkum

Sum kundi hjá Nomatek, tryggjar tú tær heildargóðar loysnir, og vit eru altíð klár at hjálpa og rágeva tær sum kundi.

Førleikar

Á Nomatek nýta vit nógva orku til menning av nýggjari útgerð fyri at halda okkum í fremstu røð, tá tað snýr seg um at framleiða útgerð til virkir og at kunna loysa aðrar uppgávur á besta hátt.

Á teknistovuni nýta vit mest 3D tekningar, har vit projektera í Inventor, sum er eitt av mest framkomnu telduforritunum til maskinkonstruktión.

Innan framleiðsluna seta vit stór krøv. Útbúnir handverkarar og røttu maskinurnar eru alneyðug. Nevnast kann:

  • Sertifikatsveisarar til rustfrítt stál
  • Útgerð til glasblásing
  • Plasmaskerara ið klárar upp til 25mm tjúkt stál
  • Profilvalsa til flatstál og rundstál
  • Skermstýrd kantpressa, 220 tons, við CNC stýring
Samband Søgan Hvar eru vit Starvsfolk