Dátuverndarkunning

Her sært tú, hvussu Nomatek fer við teimum upplýsingum, sum tú sendir okkum.

Dátuábyrgdari

P/F Nomatek er dátuábyrgdari fyri viðgerðina av teimum persónupplýsingum, sum vit fáa um teg.

nomatek@nomatek.fo · +298 35 69 00

Endamál og heimild

Vit brúka upplýsingarnar, sum tú sendir okkum, til at svara tær. Heimildin er § 8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini. Okkara heimilaða áhugamál er at kunna svara fyrispurningum. Vit meta, at tíni áhugamál ikki ganga fram um hetta, tí tað er tú, sum hevur sett teg í samband við okkum.

Søkir tú starv hjá okkum, brúka vit umsóknina í setanartilgongdini. Heimildin er § 8, stk. 1, nr. 6: okkara heimilaða áhugamál er at finna rætta persónin til starvið, og vit meta, at tíni áhugamál ikki ganga fram um hetta, tí tað er tú, sum hevur søkt.

Hvør fær upplýsingarnar?

Simply.com (Danmark, ES) hýsir heimasíðuna og sendir boðini til okkara teldupost. Microsoft Ireland Operations Limited (Írland, ES) veitir okkara teldupostskipan.

Tá tú vitjar síðuna

Simply.com skrásetur IP-adressuna hjá tær og goymir hana í tríggjar vikur. Sendir tú boð, goymir heimasíðan í 24 tímar eitt tal, sum er gjørt út frá IP-adressuni, so at eingin kann senda ov nógv boð. Heimildin er § 8, stk. 1, nr. 6. Okkara heimilaða áhugamál er at kunna senda síðuna til tín og verja hana ímóti misbrúki.

Hvussu leingi goyma vit upplýsingarnar?

Vit strika boðini í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at vit seinast høvdu samband við teg. Fært tú ikki starvið, strika vit umsóknina í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at starvið er sett.

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg, og at fáa rangar upplýsingar rættaðar. Í summum førum hevur tú eisini rætt til at fáa upplýsingarnar strikaðar og at fáa viðgerðina avmarkaða. Skriva til nomatek@nomatek.fo.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Hetta er galdandi fyri viðgerð, sum er grundað á § 8, stk. 1, nr. 6. Skriva til nomatek@nomatek.fo.

Klaga til Dátueftirlitið

Tú hevur rætt til at klaga til Dátueftirlitið (www.dat.fo).

Set teg í samband við okkum og hoyr nærri.