NOMATEK SØKIR VERKFØRARA

Nomatek er ein av fremstu fyritøkunum í landinum innan framleiðslu av útgerð til vinnuna. Vit projektera, gera layout og framleiða útgerðina á egnum verkstaði. Vit hava serkunnleika innan maskinur og útgerð til fiskivinnuna, reinsing av drekkivatni, prosess-vatni og sjógvi til framleiðslu, reinsing av spillvatni og UV-stráling av vatni. Vit hava fleiri stórar og spennandi uppgávur fyri framman. Vit ynska at styrkja um fyritøkuna, og tú verður partur av leiðslutoyminum. Starvið sum verkførari er eitt avbjóðandi og mennandi starv í einari dynamiskari fyritøku. Verkførarin hevur ein týðandi leiklut og er við til at mynda okkum mótvegis viðskiftafólki okkara

 

Arbeiðið fevnir um

- dagligu leiðsluna av verkstaðnum
- leggja framleiðsluna til rættis
- ábyrgd av montering úti hjá kundunum
- tryggja at góðskan og tænastan verður sett í fremstu røð
- hava dagligu starvsfólkaleiðsluna á verkstaðnum um hendi

 

Førleikar

Vit leita eftir verkførara ella einum við líknandi førleikum og royndum innan leiðslu og framleiðslu. Vit ímynda okkum, at umsøkjarin hevur royndir innan maskinverkstað ella líknandi. Eisini er ynski um, at umsøkjarin hevur innlit í fíggjarlig rakstrarviðurskifti og KT-førleikar á brúkarastøði.

Sum persónur ert tú væl skipað/-ur, tekur ábyrgd og heldur avtalur og tíðarfreistir. Tú hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og dugir væl at motivera starvsfólkini, soleiðis at arbeiðslagið er gott á fyritøkuni, samstundis sum tú leggur dent á at skapa góð úrslit.

 

Setanarviðurskifti
Lønin verður eftir nærri avtalu. Ring til Ragnar Magnussen, stjóra á tlf. 296903, um tú vil vita meira um starvið.

Umsóknarfreistin er 20. desember 2021. Umsókn við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til rm@nomatek.fo

Starvið verður sett sum skjótast. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.