Okkum tørvar fleiri handverkarar

 

Maskinsmiðir, kleinsmiðir og sveisarar til framleiðsluna hjá Nomatek

Virksemi er vaksandi og vit mangla fleiri hendur. Tí sóknast vit eftir dugnaligum og ágrýtnum handverkarum

 

Starvið

Arbeiðið er at veita kundum okkara tænastu og framleiða vørur av hægstu góðsku og at seta kundans tørv í fremstu røð.
Arbeiðið er fjølbroytt, og umfatar at veita rustfríar heildarloysnir til kundarnar. Harumframt fer arbeiðið fram á verkstaðnum og kring oyggjarnar í mun til, hvar verkætlaninar verða framdar.

 

Tín vangamynd

Vit ímynda okkum at tú hevur útbúgving og royndir sum maskin-, kleinsmiður ella sveisari. Vit vænta, at tú hevur jaligan hugburð, ert fleksibul og klár/ur at taka ímóti avbjóðingum. Tað er ein fyrimunur um tú hevur koyrikort til persónbil.

Sum persónur ert tú:

  • Sjálvstøðug/ur
  • Tænastusinnað/ur
  • Ágrýtin
  • Góðskutilvitað/ur

 

Vit bjóða

Eitt støðugt arbeiði í einum góðum og skipaðum umhvørvi. Tú verður partur av verandi arbeiðstoymi hjá Nomatek, og tú kemur at arbeiða við ymiskum uppgávum. Tú fært alla neyðuga upplæring.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

 

Umsókn

Send umsókn við viðkomandi upplýsingum til okkum í seinasta lagi 30. juni 2021 til ks@nomatek.fo
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kára Skála á tel. 296912.
Starvið verður sett skjótast møguligt. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Stutt um Nomatek

Nomatek er ein av fremstu fyritøkunum í landinum innan framleiðslu av útgerð til vinnuna. Vit projektera, tekna lay-out og framleiða útgerðina á egnum verkstaði. Vit hava spesialiserað okkum innan maskinur og útgerð til fiskivinnuna, reinsing av drekkivatni, prosess-vatni og sjógvi til framleiðslu, reinsing av spillvatni og UV-stráling av vatni. Alt verður framleitt við serkunnleika til arbeiðið. Vit hava fleiri stórar og spennandi uppgávur fyri framman.