Nýtt vatnverk í Kollafirði
Nýtt reinsiverk varð tikið í brúk í dag. Tekniska útgerðin á verkinum er framleidd á Nomatek, stýringina til reinsiverkið hevur RV Tøkni gjørt‚ el-arbeiðið er gjørt av Install, og lendisarbeiðið og húsasmíðið er gjørt av Articon.
Verkið hevur eina reinsiorku á 150 tons. av vatni um tíman og er framtíðartryggjað, so at tað kann økja reinsiorkuna við 50%.
Eisini er roynt at tryggja verkið móti møguligum óhappum. Her eru 4 rustfrí sandfiltur, tvey UV- filtur við stórari nøgd av UV-strálingum, egið el-verk og ein UPS trygdarskipan, sum kann lata streym í ein tíma.
Eisini er ein alarm- og eftirlitsskipan tengd at verkinum.
Sí meira á: https://www.torshavn.fo/tidindi/nytt-vatnverk-i-kollafirdi/
Samlaði kostnaðurin fyri verkið liggur um 4 milliónir.