Fiskivinna

Hjá Nomatek hava vit nógvar góðar royndir sum veitari til fiskuvinnuna.
Set teg í samband við okkum og hoyr nærri.

Flutningsbond

Vit framleiða flutningsbond til ein hvønn tørv. Flutningsbondini verða gjørd eftir tørvi hjá kundanum.

Reinskerilinja

Vit framleiða reinskeri linjur. Linjurnar verða gjørdar eftir ynski og tørvi hjá kundanum.

Kassatømiskipan

Automatisk kassatøming, klárar upp til 300 kassar um tíman

  • Ein trukkur setur plattar við fiskakassum inn á skipanina. Síðan tekur skipanin sjálv plattin og tømir fiskakassarnar ein og ein í eitt avísingarkar
  • Teir tómu plattarnir verða síðani stáplaðir í stakkar
  • Teir tómu fiskakassarnir fara síðani automatiskt frá kassatømingini til kassavask

Blokkskipan

Skipan ið tryggjar, at blokkar uppfylla øll krøv.
Verður gjørdur eftir ynski hjá kundanum.

Avísari

  • Kør og kassar við fiski og ísi verða stoyttir inn á avísaran.
  • Fiskurin fer eftir avísaranum til víðari viðgerð, meðan ísurin verður knústir niður í millum tey malandi fýrakantaðu rørini.
  • Tekur burtur yvir 90% av ísinum - alt eftir, hvussu ísurin er.

Blokkúrsláari

Fiskablokkarnir verða trýstir úr frystirammunum

  • Blokkarnir verða lagdir manuelt í blokkpressu.
  • Blokkarnir verða trýstir úr frystirammuni við hydraulikki ella trykkluft, eftir ynski.
  • Kann innbyggjast í eina automatiska blokkskipan.

Føðikar

Føðikør verða gjørd eftir tørvi og nýslu. Kundin avger sjálvur støddina.