Søgan

Nomatek byrjaði virksemi sítt í 1979 sum teir fyrstu í Føroyum, sum burturav projekteraðu og framleiddu útgerð úr rustfríum stáli. Í 1993 fluttu vit í okkara núverandi hølir við Velbastaðvegin, Við Sandá 1, har vit hava skrivstovu, teknistovu, goymslu og framleiðsluhølir undir somu lon.

Øll hesi árini frá 1979 hava vit ment og framleitt nýggja útgerð til fiskavirkir, fiskiskip, alivinnuna og til vatnverk, alt úr fyrsta floks tilfari. Rustfrítt stál og plastikk, sum er góðkent til matvøruframleiðslu, og sum er lætt at halda reint.

Vit eru í dag 4 verkfrøðingar/teknarar, sum menna, projektera og standa fyri framleiðsluni, og í framleiðsluni hava vit í dag umleið 18 handverkarar, sum eru serkønir við nógvum royndum í arbeiði við rustfríum stáli.