Tvøroyrar Kommuna

Tvøroyrar Kommuna hevur bílagt eitt nýtt reinsiverk frá Nomatek. Útgerðin umfatar rustfrí sandfiltur, UV-stráliútgerð til sóttreinsing av vatni, trýstøkistøð v.m.  Kapasiteturin er 24 m³/tíma. Útgerðin verður latin sum ein liðug loysn bygd inn í ein kontainara.  Martin E. Leo Sp/f, ráðgevandi verkfrøðingar, hava staðið fyri projektinum fyri Tvøroyrar Kommunu.