Sunda kommuna

Sunda kommuna gjørt íløgu í vatnið fyri 3,5 milliónir

Í vikuni varð nýtt vatnreinsiverk tikið í nýtslu í Sunda kommuna. Talan er um nútímans og stásiligt reinsiverk oman fyri bygdina Norðskála fyri áleið 3,5 milliónir krónur.

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at HPH Smíð hava bygt húsið, og at Nomatek hava sett reinsiverkið upp. Nýggja reinsiverkið kann reinsa upp til 250 tons av vatni um tíman.

Sunda kommuna greiðir víðari frá, at Reinsiverkið letur vatn til bygdirnar Oyri, Oyrarbakki, Norðskála, og at leiðing eisini er løgd um sundið yvir til leguhúsið í Nesvík.
Hetta er seinasta íløgan, sum kommunan hevur gjørt í reinsiverk, og eru nú í alt 9 vatnreinsiverk runt um í kommununi.

Tað var varaborgarstjórin og formaður í Teknisku nevnd, Sonni Samuelsen, sum fekk heiðurin at skrúva vatnið frá, tá ið reinsiverkið varð tikið í brúk.