Reinsiverk á Skála.

Í fjør gjørdi Runavíkar Kommuna avtalu við Nomatek um veiting av einum nýggjum komplettum reinsiverki á Skála. Hetta er eitt famkomið reinsiverk við automatiskari forfiltrering, sandfiltur við automatiskari returskoling og UV-tól til sóttreinsing av vatninum. UV tólini hava biodosimetriska typugóðkenning. Vatnverkið hevur ein kapasitet upp á 200 kubikkmetur av reinsaðum vatni um tíman. Vatnið frá reinsiverkinum verður ført yvir um fjørðin og skal fyrst og fremst lata vatn til nýggja framkomna virkið hjá Bakkafrost. Vatnverkið verður liðugt her í februar.